Birita kemur á Fuglafjørð
Birita kemur á Fuglafjørð við 600 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Polarhav og Stjørnan landa á Kósini
Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landa 220 tons av gulllaksi á Kósini, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Ellinor avreiddi góð 4.000 pund til Snarfrost
Útróðrarbáturin Ellinor, sum hevði roynt á Føroya Banka, avreiddi góð 4.000 pund til Snarfrost í gjár.
Dalsenni avreiddi í Miðvági
Dalsenni hevði góð 12.000 pund í gjár, teir komu av Bankanum, Dalseenni avreiddi í Miðvági.