Effo kallar hetta ein varða í føroyskari orkusøgu. “Hetta er eitt stórt fet fram ímóti málunum hjá bæði vinnulívi og landi um at minka CO2 útlátið. Sum orkuveitari vilja vit veita varandi orkuloysnir og skapa eina varandi framtíð. Vit eru errin av, at vit kunnu geva okkara íkast til grøna orkuskiftið”, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, og leggur afturat, at verkætlanin samstundis ger Føroyar meiri sjálvbjargin á orkuøkinum.
Orkan frá Eysturlundini verður brúkt til at framleiða streym, vetni, súrevni og hita. Stórur eftirspurningur er frá vinnuni eftir varandi orkuloysnum, og við hesum kann vinnan skifta til varandi orku á bæði landi og sjógvi. Effo veitir í dag tungolju til ídnaðin í Fuglafirði m.a. Havsbrún, og vil hendan verkætlanin vera við til at minka munandi um tungoljunýtsluna.
Effo ynskir eisini at kunna veita vinnuni grønt brennievni, og er hetta fyrsta stigið til at fara undir framleiðslu av hesum. Effo hevur ætlanir um at orkan frá hesi verkætlanini skal m.a brúkast til at framleiða súrevni til alivinnuna, vetni til flutning á landi og sjógvi, og avlopshitin frá hesi framleiðslu kann brúkast til nærhitanet ella ídnaðarvirki, ið hava tørv á hesi orku.
Verkætlanin verður ikki tengd at almenna el-netinum.
Eysturlund fer at framleiða orku svarandi til 10% av allari oljunýtsluni í Føroyum á sjógvi og landi. Vindmyllurnar vera av slagnum Vestas V-117. Tær eru 92 metrar høgar og veingjaspennið er 117 metrar. Byrjað verður uppá verkætlanina í ár, og hon væntast at vera í rakstri um árslok 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald