Vinna

Vita vit hvat vit gera

Hevði nú ikki ætla at spíska mær pennin aftur, men sum støðan er sum hon er við fiskivinnuavtaluni við Russland, og at Russar nú ætla at stongja fyri føroyskum útflutningi til Russlands, so kenni eg tað sum mína skyldu at koma við nøkrum viðmerkingum. Hervið kanska eisini lýsa málið frá einum øðrum vinkli, í mun til hvussu málið er handfarið í føroysku politisku skipanini, og kanska eisini í føroyskum fjølmiðlum.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-10-26 18:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lat tað verða sagt beinanvegin; føroyska uppisjóvarvinnan skal nokk yvirliva avbjóðingarnar við Russland. Fyritøkurnar eru sterkar, og megna at standa í móti einum bakkasti av hesum slag. Men. Tað sum ikki er komið fram er, hvat tað kostar, og hvussu avleiðingarnir síggja út og hvussu stórt tapið er. Tí tap er tað. Tað vita vit við vissu, sum arbeiða við hesum viðurskiftum dag og dagliga. Uppundir tann væl lýsta fundin á Viðareiði á sinni, varð ein kanning gjørd, sum enn er loynilig, sum skuldi lýsa avleiðingarnar av teimum tiltøkum, sum Landstýrið tá var sinnað at seta í verk mótvegis russum. Enn hava vit (almenningurin) ikki sæð nakað til hesa kanning, og tískil veit føroya fólk ikki, hvat hetta kemur at kostað, og hvat vit skulu vænta í tíðini, sum kemur.

Lat meg koma við nøkrum heilt ítøkiligum peningaligum viðurskiftum, sum eru ein beinleiðis avleiðing av avgerðunum hjá Landstýrinum.

Føroyingar fiska á leið 100.000 tons árliga av Sild. Sildin verður seld til ymsar marknaðir, men serliga er Russiski marknaðurin týðandi fyri hesa vørur. Serliga tá tað snýr seg um flak. Sjálvandi eru tað marknaðir uttanfyri Russland, sum eftirspyrja sild og sildafløk, so sum Polen, Ukraina, Egyptaland, Nigeria v.m. Men tá nú Russland hevur keypt bróðurpartin av sildini, so skal hendan nøgdin seljast aðrar vegir. Sum øllum kunnugt, so er prísurin á eini vøru mynda av útboði og eftirspurningi. Við einum banni til Russland, vil útboði til aðrar marknaðir fara upp, og tá fer prísurin niður. Føroyar skulu tískil selja sína sild til aðrar marknaðir, og harvið økja útboðið. Sleppa vit ikki at útflyta til Russland, so verður virði á einum kg av Sild á leið 1,50-2.00 kr lægri, enn um vit sluppu at útflyta til Russland. Í krónum og oyrum vil tað verða á leið 150-200 mió kr.

Føroyar hava seinastu árini fiska áleið 120.000 tons av makreli. Her er søgan tann sama. Ein stórur partur av makrelinum, sum er framleiddur á landi í Føroyum, fer til tann Russiska Marknaðin. Um hann dettur burtur, so skal tann makrelurin seljast til aðrar marknaðir. Gaman í er verðin stór, og tað eru nógvir munnar at metta, men um vit ikki kunnu selja til Russland, so eru møguleikar í Egyptalandi, Nigeria og Kina. Tá tosað vit eisini um ein heilt annan prís. Vit selja eisini til hesar marknaðir, og eitt gott boð uppá hvat tann prísurin er, er á leið 2 krónur lægri í miðal. Hervið verður útflutningsvirði á leið 240 mió kr minni, um vit ikki sleppa til Russland við okkara vørum

Samlað er kostnaðurin fyri uppisjóvarvinnuna á leið 400 mió kr, um Russiski marknaðurin hvørvur.

Tað er ført fram umaftur og umaftur av serfrøðingum, at vit hava undirskot af Barentshavinum. Uttan at koma niður í detaljur, eri eg als ikki samdur. Tá eg einaferð gekk í skúla (tað er nú langt síðan) lærdu vit um KOMPARATIVAR FYRIMUNIR VIÐ HANDLI. Uttan at koma niður í smálutir í hesum ástøðinum, so er avtalan millum Russland og Føroyar eitt skúladømi uppá Komparativan fyrimun; vit fiska í Barentshavinum og eru supereffektiv í hesum fiskiskapi, og Russar fiska hjá okkum og eru ”SUPER” effektivir í tí sum teir gera. Hetta er (Líkamikið hvat Javnaðarflokkurin á Fólkatingið sigur) ein WIN-WIN støða. Jú víst kunnu vit lata verða við at fiska í Barentshavinum, og fiska tað sum Russar fiska undir Føroyum. Men tað verður eitt tap; bæði við tað at vit megna ikki at skapa sama virði sum Russar burturúr tíð tilfeinginum, og tær vørurnar sum vit skulu framleiða, ikki sleppa til Russland. Veit ikki heilt, men kostnaðurin fyri onki Barentshav, er í minsta lagið 100 mió kr, um so er at skipini í Barentshavinum, skulu hava sítt livibreyð í føroyskum øki.

Eg havi trupult við at skilja, at ein avgerð ikki kann takast. Vit skriva nú 25. Oktober, og vinnan stendur sum á nálum. Hetta er ikki virðiligt, og hoyrir ikki heima í dagsins samfelag. Hetta rakar allar føroyingar í ein ávísan mun. Men hjá uppisjóvarvinnuni og hjá okkara flota í Barentshavinum, rakar tað hart. Sera hart.

Tað tykist sum um at nøkur taka patent uppá at verða politisk korrekt, og etiskt yvirlegin okkum, sum eru í vinnuni, og skulu liva við hesum dilemma hvønn dag. Hetta er eitt álvarsmál og hetta er eitt trupult mál, men vit kunnu ikki stinga høvdið niður í sandin, tá tað snýr seg um pengar og offur. Eg veit væl at pengar ikki er einasta svari til alla verðina. Men teir hava lyndi til at gera allan munin

Kundi kallað hetta eitt CURIOSUM, men tað er tað ikki. Hetta er ein sannleiki og ein veruleiki, sum er nógv størri enn tey flestu gera sær far um. Orrustan hjá okkum við Russland, fer at kosta okkum á leið 500 mió kr. Hetta er ikki raketvísindi. Um vit flyta hetta yvir á donsk viðurskiftir í lutfallið til útflutning, so svarar hetta til, at Danmark skuldi offrað knappar 58 milliardi kr. (Føroyar útfluttu fyri 12,7 mia kr í 2022, og Danmark 1.494 mia kr)

Til samanberingar, so kostaði danska mink skandalan 17 mia. Lutfalsliga skulu offrað meir enn 3 ferðir so nógv fyri eina vinnu. Og um vit taka Týskland sum dømi, so svarar okkara offur í týskum viðurskiftum til lutfalsliga 760 milliardir kr.

Mær vitandi hevur ONKI annað land ofrað so nógv fyri so lítið í mun til Russland. Ikki nær námind hesum upphæddum.

Og um tú spyrt meg, so eri eg líka so keddur, og líka so sorgarbundin um støðuna, sum flest øll onnur. Ikki tí eg bara vil siga tað, men tí eg kenni nógv fólk í Ukraina og Russlandi. Kríggj er kríggj, og altíð ein ræðuleiki. Men at blanda alt saman, tænir ongum; hvørki Russlandi, ella Føroyum ella Ukraina.

Myndirnar eru av einum starvsfelagað hjá okkum í Ukraina, sum er fallin í krígnum. Hin myndin er ein verksmiðja, sum framleiðir okkara fisk, sum er sundurskotin av Russum. Kríggið er nógv nærri okkum sum eru í vinnuni, enn nakar ger sær far um. Og vit skulu ikki stigbenda, hvør er moralskt og etiskt mest rættvísur í hesum máli. Øll vita vit at tað er trupult.

Og júvíst eri eg keddur og sorgarbundin. Men tað er tá man skal verða sterkur, og gera tað sum rætt er.


Pól Huus Sólstein, Stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder