Hóast árliga inflatiónin er lækkandi – eitt nú var hendan 10,10% í august 2021 – eru prísirnir alsamt hækkandi.
Hyggja vit eftir trimum teimum seinastu árunum, eru prísirnir hjá føroyska brúkaranum hækkaðir støðugt. Seinastu 3 árini eru prísirnir í miðal hækkaðir 16,25%. Ymiskt er tó, hvør príshækking hevur verið á ymisku vørunum.
Millum størstu útreiðslupostar hjá húsarhaldlinum eru matur, brenniolja og rentuútreiðslur. Hyggja vit nærri eftir hesum útreiðslum, er hækkingin hendan:
Talva 1 vísir eitt nú, at farna árið er matur hækkaður 7,7%, rentuútreiðslurnar eru hækkaðar 58,8%, meðan brennioljan er lækkað 15,0%. Tó er brennioljan hækkað 69,5% síðani 2020. Viðvíkjandi rentuútreiðslunum kann viðmerkjast, at øll hækkingin er komin seinasta árið. Talvan vísir greitt, at tað er vorðið tyngri hjá húsarhaldum at fáa fíggjarlig endarnar at røkka saman.
Hyggja vit nærri eftir einari familju við tveimum børnum, sum býr í egnum sethúsum, hevur eitt lán á kr 2,5 mió., eitt billán og annars vanligar útreiðslur, ið hoyra húsarhaldinum til, eru mánaðarligu føstu og skiftani útreiðslurnar í alt øktar 34,1% úr kr 32.200 í kr 43.200 síðani 2020. Hetta er ein øking á kr 11.000 mánaðarliga.
Familjur raðfesta øðrvísi
Verður talva 1 sammett við mynd 1, fæst ein hóming av, at húsarhaldini eru farnin at broyta atburð, nú tey eru alsamt meira kroyst fíggjarliga. Sum reyða strikan í myndin vísir, er innflutningurin av ódrúgvum nýtsluvørum, herundir matur, hækkaður munandi síðani januar 2022. Orsøkin er príshækkingin, tí vit eru neyvan farin at eta meira í tíðarskeiðnum.
Myndin vísir eisini, at grøna linjan, ið umboðar gongdina í innflutninginum av drúgvum og drúgvum nýtsluvørum er lækkandi, hóast prísurin á hesum vørum eisini er hækkaður. Hesir vørubólkar fevna millum annað um klæðir, møblar, hvítvørur, elektronikk og bilar.
Samanumtikið kann sigast, við at samanbera reyðu og grønu strikuna, at húsarhaldini eru farin at raðfesta øðrvísi. Hetta kann so samanberarast við útsagnir frá føroysku peningastovnunum um, at eftirstøðan hjá húsarhaldunum ikki er økt – at húsarhaldini framvegis megna at rinda rentur og avdráttir til tíðina. Stóri spurningurin er sostatt, um húsarhaldini framhaldandi fara at megna hetta, tí alsamt fleiri ábendingar eru um, at húsarhaldini verða meira og meira kroyst av øktum útreiðslum.
Krevur hægri inntøkur
Um vit aftur hyggja eftir døminum við húsarhaldinum omanfyri, so krevst, at hetta húsarhaldið hevur eina samlaða árliga inntøku á áleið kr 800.000, fyri at tøka inntøkan (tað er inntøkan eftir skatt) svarar til samlaðu árligu føstu og skiftandi útreiðslurnar. Hetta er ein árlig inntøka, ið liggur omanfyri miðalinntøkuna hjá tveimum føroyskum uppihaldarum.
Livst so spyrst, men tað er lítil ivi um, at føroyska húsarhaldið er vorðið alsamt meira kroyst fíggjarliga farnu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald