Umboð fyri Vága Útróðrarfelag greiddu á fundinum frá teimum avbjóðingum, sum teir síggja hjá útróðrarflotanum, og hvørjar loysnir kunnu betra um umstøðurnar.
Talan var um ein sera góðan fund, har týðandi evni sum stovnsrøkt, hvussu mest fæst burturúr fiskivinnuni, og hvussu vit støðugt tryggja, at fiskivinnan skapar fjøltáttað virksemi í landinum, vórðu umrødd, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Eg havi frá byrjan raðfest at hava gott samskifti við vinnuna, soleiðis at politiski myndugleikin eisini er væl kunnaður um, hvussu karmarnir hjá vinnuni kunnu skipast so væl sum til ber. Vitjanin hjá Vága Útróðrarfelag var ein liður í hesum, sigur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald