Vinna

Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður hesa vikuna

Samandráttur.

2023-10-30 08:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Línuskip. Tvey koma at landa mánadagin. Annað hevur mest av blálongu og so nakað av toski og svartkalva, meðan hitt hevur mest av hýsu og so nakað av toski. Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar, trý við Ísland og eitt er við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott í byrjani av vikuni, men verri seinni í vikuni. Vit vanta tískil ikki nógvan útróður. Bátrnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir djúpvatnstrolari eru úti. Teir fiska mest av svartkalva og kongafisk og so eitt sindur av blálongu. Allir landa í vikuni.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað, tá veðri batnar.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí. Allir, uttan ein, koma at landa fyrst í vikuni. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder