Skoraberg og Fuglberg landa á Kósini
Partrolararnir Skoraberg og Fuglberg landa á Kósini, teir haava 280.000 pund av upsa, teir hava roynt eystanfyri í eina viku.
Túgvusteinur landar í Havn
Garnaskipið Túgvusteinur landar í morgin til Barðið í Havn, teir hava 20.000 pund av havtasku, Túgvusteinur roynir vestanfyri.
8 útróðrar bátar selja á Fiskamarknaðinum
8 útróðrarbátar hava verið úti í nátt.
Jákup Sverri landar í Havn
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri landar í Havn, teir hava gjørt fiskiroyndir við Føroyar, Jákup Sverri hevur 20.000 pund.