Vinna

Bústaðarrentan er økt

Føroysk húsarhald, ið hava realkredittlán sum fígging av bústaði gjalda í miðal lægri rentu, enn tey, ið hava bústaðarlán í føroyskum banka.

2024-05-17 12:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Landsbankin:


Størsti parturin av skuldini hjá húsarhaldunum er bústaðarlán. Í juli 2022 rindaðu føroysku húsarhaldini í miðal 2,7% í rentu av síni bústaðarskuld í føroysku bankunum. Í februar 2024 rindaðu tey 5,1% í rentu.

Tey, sum hava danskt realkredittlán, eru farin frá at gjalda 2,2% í juli 2022 í miðal í bústaðarentu til 3,3% í februar 2024 (íroknað bidrag), sí mynd 1. Økingin er ikki eins stór á donsku realkredittrentuni, sum á føroysku bústaðarrentuni. Orsøkin er tann, at rentan ikki er økt hjá teimum, ið hava fastrentaði realkredittlán. Tey, ið hava eitt realkredittlán við einum rentubindingartíðarskeiði, sum gongur út í næstum, fara tó at merkja rentuhækkingarnar komandi tíðina.

Føroysk húsarhald, ið hava realkredittlán sum fígging av bústaði (reyða linjan í mynd 1), gjalda í miðal lægri rentu, enn tey, ið hava bústaðarlán í føroyskum banka (bláa linjan). Miðalrentan á bústaðarfígging í Evru-økinum (grøna linjan) var til samanbering 3,9% í januar 2024, sí eisini mynd 2.

Nógv húsarhald fáa rentustuðul og merkja tí ikki fulla virknaðin av øktu rentuútreiðslunum. Rentustuðul fæst tó bert fyri rentuútreiðslur niðanfyri 100.000 kr. árliga. Í februar 2024 var bústaðarrentan í føroysku bankunum 5,1%, ið merkir, at húsarhald við eini bústaðarskuld omanfyri 2 mió. kr. hava rakt markið fyri rentustuðul.

Mynd 1

Mynd 2

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder