Vinna

Flott ferðamannaskip vitjar í Vestmanna

Hevur eisini vitja í Havn og á Tvøroyri

2026-07-16 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Franska ferðamannaskipið LE LAPEROUSE kom í gjárskvøldið á Vestmanna. Vit tóku nakrar myndir av skipinum útfyri Slættanes tá ið tað kom í Vestmannasund.

LE LAPEROUSE vitjaði á Tvøroyri fyrradagin, og í gjár í Havn. Í gjárskvøldið kom skipið á Vestmanna. Úr Havn til Vestmannar valdi skiparin at sigla runt Vágar. Seinni í dag gongur leiðin víðari til Íslands.

LE LAPEROUSE var tikin í sigling í 2018. Skipið er 131 metrar langt og 18 metrar breitt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder