Vinna

Fiskavøruútflutningurin minkaður 167 milliónir krónur

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2024-05-17 13:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hagstovan:

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið apríl 2023 til mars 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 167 milliónir krónur, ella 1 prosent. Minkingin stavar serstakliga frá minking í útflutninginum av makreli, ið er minkaður við 347 milliónum krónum, ella 27 prosentum.

Útflutningurin av laksi stendur nøkulunda í stað. Virðið er vaksið við tveimum prosentum og nøgdin er minkað við einum prosenti.

Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 6 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 7 túsund tons, ella 12 prosent.

Vørur sum toga útflutningin uppeftir eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv. Her er vøksturin 598 milliónir krónur. 


Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



apríl – marsmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans13.03112.479-552-4
Fiskavøruútflutningur11.93511.768-167-1
00900 - Laksur5.7055.802972
01200 - Svartkjaftur18077-103-57
01300 - Toskur1.041967-74-7
01500 - Hýsa255167-88-35
02100 - Upsi341268-73-21
03600 - Sild56256861
03800 - Makrelur1.287939-347-27
04001 - Lodna16775-92-55
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði9191.0088910
09700 - Fiskamjøl55979924043
09800 - Lýsi222491269121
Annar fiskur697607-89-13
Ikki fiskur1.096710-386-35







Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



apríl – marsmunur

2022-232023-24tons%





Tilsamans650.758643.210-7.548-1
Fiskavøruútflutningur555.935569.97614.0413
00900 - Laksur81.61480.459-1.155-1
01200 - Svartkjaftur58.60026.853-31.747-54
01300 - Toskur18.98019.1041241
01500 - Hýsa8.7857.461-1.323-15
02100 - Upsi8.9737.836-1.137-13
03600 - Sild63.13270.6117.47912
03800 - Makrelur103.30086.470-16.830-16
04001 - Lodna19.4619.181-10.280-53
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði117.204161.79444.59038
09700 - Fiskamjøl39.24461.14121.89756
09800 - Lýsi10.15917.9727.81377
Annar fiskur26.48221.093-5.389-20
Ikki fiskur94.82373.234-21.589-23







Talvan niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðuri og lýsi.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Vøruútflutningur skiftur á ISSCFC fiskaslagFrystur ella køldur fiskurSaltaður ella royktur fisk…Lin og krabbadýrFiskur i.a.n.Mjøl og fóðurIkki mannaføðiTari o.l.LýsiIkki fiskurJul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '22Jul '22Jan '23Jul '23Jan '24200020200100200300110,8 mió. kr.0,7 mió. kr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder