Havstovan: Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020- og 2021-árgangirnar, har 2021-árgangurin er methøgur sum 3-ára gamal fiskur.
Hækkingin í gýtingarstovninum stavar í høvuðsheitum frá teimum báðu góðu árgangunum, ið nú eru eitt ár eldri, og harvið tyngri.
Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingunum av svartkjafti, sum verða gjørdar á altjóða havgranskingarstovninum ICES seinni í heyst.
Les endaligu frágreiðingina her.
Jan Arge Jacobsen
15. mai 2024
Mynd: Vísitalið fyri svartkjaftstovnin síðani 2004, undantikið 2010 og 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald