Vinna

Innflutningsvirðið minkað 1,2 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 11,2 milliard krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella sløk 10 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Mynd Hagstovan.

Mynd Hagstovan.

2024-05-17 14:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hagstovan:

Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2023 til mars 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 579 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 514 milliónum krónum ella góð 14,7 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



apríl – marsmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans12.379,511.156,7-1.222,8-9,9
0 - Matvørur og livandi djór2.450,22.494,844,61,8
1 - Drykkjuvørur og tubbak138,6143,65,03,6
2 - Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni395,4368,3-27,1-6,8
3 - Brennievni og aðrar oljur2.332,01.753,2-578,8-24,8
4 - Djóra- og plantuoljur207,3176,7-30,6-14,8
5 - Evnafrøðiligt tilfar985,7965,7-20,0-2,0
6 - Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.361,41.341,7-19,7-1,4
7 - Maskinur, motorar, skip og akfør3.496,42.982,1-514,3-14,7
8 - Ymsar aðrar framleiddar vørur1.009,3930,4-78,9-7,8
9 - Vørur, ikki neyvari flokkaðar3,30,3-3,1-91,5






Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 690,6 milliónir krónur ella sløk 13 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 111,6 milliónir krónur, ella 2,4 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av flutningsvirksemi og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. Bólkurin 'Vevnaður, klædnavørur, skógvar" er vaksin við 52,6 milliónum krónum. Hetta fevnir eitt nú um tilfar til trolframleiðslu.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 
 

Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



apríl – marsmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans12.379,511.156,6-1.222,9-9,9
Endalig nýtsla5.424,84.734,2-690,6-12,7
Nýtsla í framleiðsluni4.572,44.460,7-111,6-2,4
Landbúnaður; skógbrúk; fiskivinna; matur; drekka; tubbak1.541,71.585,343,52,8
Námsvirki; grótbrot; reinsingarstøð; brennievni; evnindi; ravmagn; vatn; rusk viðgerð290,3262,8-27,5-9,5
Byggivirki; timbur; glas; grót; metal; bústaðir; eltól; húsbúni1.617,51.456,3-161,1-10,0
Vevnaður; klædnavørur; skógvar174,8227,552,630,1
Flutningstól og -tænastur; ferðing; posttænastur510,5454,2-56,2-11,0
KST; miðlar; teldur; handils- og fíggjartænastur66,761,7-4,9-7,4
Heilsa; heilivágur; útbúgving; mentan; ítróttur355,2394,839,611,2
Tað almenna; hervald og annað15,718,02,314,8
Fastar bruttoíløgur2.382,31.961,6-420,6-17,7







Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder