Føroyska A-landsliðið hjá monnum skuldi eftir ætlan lenda í Skopje seint í gjárskvøldið, men mjørkin hevur seinkað ferðini hjá teimum 22 tímar nú, og verður nú eftir ætlan lent klokkan 22 í kvøld.
Í skrivandi stund fer Atlantic á flog úr Vágum við kós móti Billund. Føroyska landsliðið er umborð, og í Billund stendur eitt leiguflogfar klárt at taka ímóti teimum. Leiguflogfari fer beinleiðis til Skopje í Norðurmakedónia.
Andrass Thomsen, stjóri í HSF, sigur at nú verða teir væntandi frammi í Skopje í klokkan 22 í kvøld.
Føroyar vunnu fyrra dystin 34-27, og spæla seinna HM play-off dystin klokkan 19 lokala tíð (18 føroyska).
Umboð fyri JN eru í Skopje.
Sí eisini:
Myndir: Føroyar vunnu 34-27 á Norðurmakedónia
Óli: Tað er stuttligt at hondbólturin veksur í Føroyum
Elias: Alt kann henda sjálvt um vit vunnu henda dystin
Norðurmakedónar fóru heim aftur í morgun
Ferðafrásøgn: Hevur tú nakað visum?
Landsliðið strandað: Vóna at sleppa til Billund í kvøld
París flúgvarin fekk ikki sett seg - hevur sett kós móti Stavanger
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald