Ítróttur

París flúgvarin fekk ikki sett seg - hevur sett kós móti Stavanger

Tað gongur ikki eftir ætlan hjá føroyska A-landsliðnum í hondbólti.

Mynd: Flightradar24.com

Mynd: Flightradar24.com

2024-05-10 21:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 18:30 skuldi flogfarið úr París seta seg, men áðrenn tað var farið úr París var tað longu útsett ein tíma.

Flogfarið hevur verið í holding í hálvan annan tíma, og gjørdi fyri lítlari løtu síðani eina roynd at seta seg á flogvøllinum í Vágum.

Flogfarið var næstan komi niður á vøllin, tað manglaðu minni enn 100 metrar í, men so fór tað uppfrá aftur.

Tað hava nógv fólk fylgt við RC425 á flightradar24.com. 

Eina løtu hava fleiri enn 3300 fólk verið samstundis inni á flogfarinum.

[object Object]

Dagført klokkan 21:57: Flogfarið hevur nú sett kós móti Stavanger.

Sí eisini:

Myndir: Upphiting í Oy

Myndir: Føroyar vunnu 34-27 á Norðurmakedónia

Óli: Tað er stuttligt at hondbólturin veksur í Føroyum

Elias: Alt kann henda sjálvt um vit vunnu henda dystin

Norðurmakedónar fóru heim aftur í morgun

Ferðafrásøgn: Hevur tú nakað visum?

Myndir úr Skopje

Landsliðið strandað: Vóna at sleppa til Billund í kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder