Mentan

Okkara oddaviti farin um sýn

Í gjár frættust boðini um at Heini F. Petersen, lærari og rithøvundur var farin um sýn, 90 ára gamal..

2026-11-24 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heini var virkin í Sandavágs Fornminnafelag til tað seinasta. Og hann gjørdi ein orduligan vørr vegna felagið í 2023, knapt 87 ára gamal, tá hann saman við okkum øðrum fekk stápla upp á beinini, tiltakið “Bátasmíð í Steigartúni” og skrivaði bók um bátasmiðirnar í bygdini.

Heini var við til at stovna Sandavágs Fornminnafelag hin 7. januar 1995 og hevur sostatt verið oddviti í felagnum øll árini.

Vit drýpa høvur og vilja vísa størstu samkenslu við tykkum nærmastu, Marnu og børn, má hann ið øllum valdar styrkja tykkum.

Nevndirnar í Sandavágs Bygdarsavnið og Fornminnafelag
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder