Ítróttur

Norðurmakedónar fóru heim aftur í morgun

Í gjárskvøldið spældu Føroyar og Norðurmakedónia fyrra HM play-off dystin í sambandi við, at vinna seg víðari til HM-endaspælið í januar komandi ár.

2024-05-09 20:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska liðið byrjaði ógvuliga væl, og vóru eisini á odda 7-2 eftir átta minuttir. Tað kann ganga ógvuliga skjótt fyri seg í hondbólti, og tá ið 10 minuttir vóru leiktir vóru bert tvey mál á muni 7-5.

Hálvleiksstøðan var 18-14 til Føroyar, og vunnu Føroyar eisini dystin 34-27 á Norðurmakedónia.

Gestirnir á Hálsi í gjár - Norðurmakedónia - fóru av landinum aftur tíðliga í morgun.

Kendi venjarin - Kiril Lazarov - hevur helst sagt nøkur borgarlig orð við sínar spælarar eftir avrikið í gjár. Skulu Norðurmakedónar spæla seg til HM-endaspælið, so skulu aðrir bollar í suppuna til dystin sunnukvøldið, í høvuðsstaðnum Skjope í Norðurmakedónia.

Lazarov og hansara menn eru helst farnir at seta seg væl upp til seinna HM play-off dystin.

Hjá føroysku spælarunum hevur ein venjing verið á skánni í dag. Helst hevur talan verið um eina lætta venjing við nøkrum taktiskum uppleggum. Teir vandu í tveir tímar á Skála seinnapartin.

Fyrrapartin í morgin er venjing á skánni í høllini á Hálsi. Seinnapart verður fari við Atlantic Airways til Keypmannahavnar. Úr Keypmannahavn gongur leiðin til Skjope umvegis Wien í Eysturríki. Føroysku spælarnir eru frammi í Norðurmakedónia á midnátt í annaðkvøld.

Lagt er upp til ein spennandi dyst í Skjope. Føroyar vunnu fyrradystin 34-27, men sjey mál í hondbólti er skjótt at vinna innaftur uppá ein dyst, tað staðfesti Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini fyri okkum í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder