2026-11-12 13:21
Tann 19. oktober fór Katrin Jóhanna til Noregs har hon var seld til.
Eftir at eigarnir av partafelagnum Kinnfelli í Miðvági fóru hvør til sítt, annar parturin yvirtók Katrin Jóhannu, og ½ av kvotuni, hin parturin fekk hina ½ av kvotuni, og hava keypt nýtt skip saman við felagnum Ango í Vági, nýggja skipið hjá teimum eitur Ísborg.
Nú hevur felagið Katrin Jóhanna keypt nýtt skip, talan er um eitt skip sum hevur verið ávegis í føroyska flotan í eina tíð, nýggja skipið Quantus, sum er keypt úr Bretlandi. Quantus skiftir navn til Katrin Jóhanna.
Nýggja Katrin Jóhanna er 66 metrar til longdar og 14 metrar breið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald