Mentan

Ferðafrásøgn: Hevur tú nakað visum?

Eftir flotta sigurin hjá Føroysku monnunum í hondbólti í gjár ímóti Norðurmakedónia, fór undirritaði í morgun við Atlantic Airways til Keypmannahavnar.

2024-05-10 09:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir at hava tikið sær av løttum nakrar tímur í Keypmannahavn fór undirritaði aftur á flogvøllinum í Kastrup fyri at innskrivað seg til flogferðina við Austrian úr Keypmannahavn til høvuðsstaðin í Norðurmakefónia Skopje. Á túrinum skuldi millumlendast í Wien í Eysturríki.

Tá ið komi var á flogvøllin fóru vit til innskrivingina, og hiðani vóru boðini um eg hevði nakað visum at vísa á. Hevði tosað við fólk fyrr, sum hava verið í Norðurmakedónia, tá skuldu tey ikki vísa visum. Eftir at hava verið inni á google vísti tað seg, at um passið gongur út innan tríggjar mánaðir skal søkjast um visum.

Nú vóru góð ráð dýr. Ringt var 351448, sum er føroyska løgreglan. Spurdi hvat eg kundi gera, og hiðani vóru boðini at eg mátti venda mær til donsku løgregluna. Klokkan var 15:56 tá ið lagt var á. Av kunningadiskinum í Kastrup var upplýst mær, at løgreglustøðin stongdi um tríggjar minuttir. Einki annað var at gera enn at renna til løgreglustøðina ið var um 700 metrar burtur. Júst sum komi var til løgreglustøðina høvdu teir stongt.

Møtti tó einum fittum løgreglumanni, sum var á veg til hús. Bað um hjálp, og fekk longt passi hjá mær við nøkrum mánaðum.

Síðani gekk alt væl, og einki problem var at koma ígjøgnum passkontrolini í Wien og í Skopje.

Nú er komið til Skopje í Norðurmakedónia, og klárt er at gera tilfar til spentar føroyskar áskoðarar.


Greinin er skrivað í gjárkvøldið Jóanis Albert Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder