RC453 ið skuldi seta seg í Vágum beint eftir døgurða, setti seg ikki, og eftir at hava verið í holding í meira enn ein tíma fór flogfarið til Keflavíkar. Tað hevði við sær, at landsliðið framvegis situr í Vágum.
Nú verður bíða eftir einum rutuflogfarinum úr París. Tað skuldi seta seg nú klokkan 18:30, men stendur nú at lenda klokkan 19:39.
Um flogfarið úr París setur seg í Vágum í kvøld, so hevur landsliðið møguleikan at sleppa til Billund í kvøld, og eru teir frammi í Skopje í Norðurmakedónia á middegi í morgin.
Sí eisini:
Myndir: Føroyar vunnu 34-27 á Norðurmakedónia
Óli: Tað er stuttligt at hondbólturin veksur í Føroyum
Elias: Alt kann henda sjálvt um vit vunnu henda dystin
Norðurmakedónar fóru heim aftur í morgun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald