Fuglberg og Skoraberg landaðu á Kósini í gjár
Partrolararnir Fuglberg og Skoraberg landaðu gulllaks á Kósini í gjár, teir høvdu 150 tons
Kvikk landar á Kósini
Línuskipið Kvikk landar á Kósini, teir hava 25.000 pund, Kvikk hevur roynt á Rygginum.
6.000 pund av útróðrarfiski eru boðin út á Fiskamarknaðinum
Fái bátar vóru á floti í gjár.
Sigatindur landar í Leirvík
Trolbáturin Sigatindur landar í Leirvík, teir hava 30.000 pund