Politikkur

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

Í dag frættist, at trý fólk lótu lív í vanlukku við íslendska fiskiskipinum Jökull..

2026-11-26 23:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum sambandi hevur løgmaður, Beinir Johannesen, sent samkensluskriv til íslendska forsætisráðharran, Kristrún Frostadóttir. 

Í skrivinum ber løgmaður familjum og avvarðandi sína djúpastu samkenslu. Eisini staðfestir løgmaður, at í hesi sváru stund standa vit í Føroyum saman við íslendsku tjóðini í sorgini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder