Vinna

Minningarorð um Heina F. Petersen

..

2026-11-26 01:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Minningarorð um Heina F. Petersen

Mánamorgunin bórust boðini um at Heini F. Petersen, Sandavági var farin.

Tann 28. august 1936 varð Heini føddur í barnaheiminum á Steig, stutt sunnan fyri Stallánna, í Sandavági. Húsini, sum eftir føroyskari byggisøgu verða defineraði sum skiparahús, eru bygd í 1935. Heini varð elstur av 4 systkjum, pápin var sjómaður og mamman arbeiddi heima. Tá ið pápin var til skips, var Estrid, mamman, nógv hjá foreldrunum á Sondum, tí var Heini nógv hjá teimum á Posthúsinum frá tí, at hann var heilt lítil.

Frá tí, at Heini varð fermdur, til hann fór til Havnar at ganga í skúla, arbeiddi hann í fiski, men fekst eisini við nakað av útróðri, saman við skilmonnum.

  1. august 1954 byrjaði Heini á læraraskúlanum. Hann skrivaði ársarbeiði í kristni um Martin Luther. Undir stóð: góðtikið 11. juni 1958.

Fyrsta árið var Heini lærari á millum- og realskúlanum í Havn, eisini var hann lærari í Æðuvík, á Glyvrum og í Søldarfirði. 1. septembur 1959 kom Heini til Sandavágs at vera lærari og í apríl 1961 fekk hann starv í Miðvágs- Sandavágsskúla.  

Í 1967 varð hann settur til skúlabókavørð og bókavørð á nýstovnaða bókasavninum í skúlanum á Giljanesi í 1967. Bókasavnið var framúr væl røkt í hansara tíð sum bókavørur og javnan vóru nýggjar bøkur á bókasavninum.

Heini møtti Marnu Simonsen úr Heiðunum tá hann las til lærara, tey blivu trúlovaði á nýggjárinum í 1960 og giftust 22. oktober í 1961. Brúdleypið var í Losjuni.

Heini vildi eftirútbúgva seg og søkti tí at sleppa niður á Danmarkar Læraraháskúla skúlaárið 1962/63. Hann hevði lærugreinarnar: Alisfrøði, støddfrøði, barnasálarfrøði og føroyskt.

Aftur skúlaárið 1988/89 vildi Heini eftirútbúgva seg, hesaferð vóru fakini: Týðing og málrøkt, mállæra, norrønt og málsøga, íslendskt, bókmentasøgulig evni, skaldskapur av mannamunni, bókmentafrálæra í fólkaskúlanum, mentan og sigsøga, søga og sálarfrøði og uppalingarfrøði.

Heini kom í kirkjuráðið í 1973 og sat til 2017. Árini 1985 til 2013 var hann formaður í kirkjuráðnum.

Í seksti árunum avloysti hann onkutíð Vilhelm Nielsen og Zacharias Nielsen sum deknur og í 1979 varð hann valdur til fastan varadekn fyri Zacharias Nielsen, sum legði frá sær. Tá ið Vilhelm gavst, bleiv Heini fastur deknur – leingi var hann einsamallur deknur, men seinni blivu tey trý, sum lósu í kirkjuni. Eisini høvdu Marna og Heini sunnudagsskúla í Meinigheitshúsinum í eitt áramál.

Heini varð valdur í bygdarráðið í 1975 og aftur í 1977 – í 1977 fekk hann flestar atkvøður og bleiv borgarstjóri í Sandavágs Kommunu til 1980. Í hansara setu var avgerð tikin um, at byggja nýggja kommunuskrivstovu í Sandavági. Heini var errin av kommunustovubygninginum og nú, tá eg starvaðist á kommunuskrivstovuni, spurdi hann meg, hvussu tað var at arbeiða á skrivstovuni.

Umframt tað sum er nevnt omanfyri, var Heini ávís tíðarskeið limur í hesum stýrum og nevndum: Stýrinum fyri Ellis- og Avlamisheimið í Vágum, Hagastýrinum á Oknadali, Barnaverndarnevndini, Fyrireikingarnevndini at stovna Sandavágs Fornminnafelag, Sandavágs Sangkóri, nevndini fyri ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum, Landsnevndini fyri sunnudagsskúlarnar í Føroyum, Móðurmálslærarafelagnum, Vága Pensjónistafelagið og nevndini at gera uppskot til nøvn á vegum og gøtum í bygdini. Síðani 1986 var hann limur í Lions Vágar.

Heini hevði stóran áhuga í móðurmálinum, at børn høvdu føroyskt tilfar at lesa, harafturat var Heini sera áhugaður í staðbundnum viðurskiftum og tí hevur hann lagt eftir seg eina rúgvu av bókligum tilfari.

Heini týddi bøkurnar hjá Astrid Lindgren um Emil í Lønnibergi til føroyskt

Heini savnaði og skipaði Mikkjalsbók, saman við Jákupi Reinert Hansen.

Saman við Jóannes Heinesen skrivaði Heini bøkurnar Av fjalli at fjørustrond. Staðarnøvn í Sandavágs sókn og Av fjalli at fjørustrond. Hús og fólk í Sandavágs sókn.

Saman við Dánjali Poulsen skrivaði hann Vága samferðslusøgu og

Saman við Jan Eriki Simonsen skrivaði hann Føroyski báturin – Bátur og bátasmíð.

Heini og Marna eiga 4 børn, barnabørnini eru 14 í tali, øllum tykkum var Heini sera errin av.

At lýsa Heina sum menniskja er ikki lætt, tí hann var so nógv – umframt tað sum er skrivað omanfyri, so dámdi Heina væl náttúruna, hann dugdi væl at yrkja, hann eigur sálm nummar 245 í sálmabókini, hann hevur skrivað tvær fanfarur og honum dámdi væl at mála. Tað er trupult at finna nakran so søgufróðan sum Heina – men skalt tú vita nógv, mást tú vera forvitin um lívið, umstøðurnar og menniskjuni, tú livir saman við.

Heini var flokslærari hjá okkum frá 1992 til hann fór frá sum lærari í 1999. Tá hevði hann verið lærari í 41 ár.

Heini hevði okkum í rokning, kristni, heimstaðarlæru, søgu, sangi og alisfrøði.

Heini var ein framúr góður lærari, hann legði aga í okkum, vit lærdu at ganga á rað inn í stovuna, standa upprøtt, til lærarin hevði sagt ger so væl, tit kunnu seta tykkum. Standa uppi tá vit søgdu okkara uttanatslæru, peika upp og fáa orðið áðrenn vit søgdu nakað, seta stólin pent uppá borðið áðrenn vit sungu: “farvæl og takk”, massjera róliga út úr stovuni, líka til vit komu útum.

Undirvísingin hjá Heina var skipað soleiðis at tey, sum vóru væl fyri sluppu at arbeiða nógv og at ongin datt niður í millum.

Tá Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út bókina Emil í Lønnibergi (broytt útgáva) í 1992 og Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd, las Heini bøkurnar fyri okkum áðrenn tær vóru givnar út. Vit føldu, at tað var ein framíhjárættur at sleppa at hoyra søgurnar áðrenn tær vóru givnar út.

Vit lærdu ikki at oyðsla – heldur ikki pappír skuldi oyðslast – so roknistykkini skuldu ikki taka ov nógv pláss í skrivibókini, men innlatingarnar skuldu vera týðiligar og greiðar – við ordiligum ordan í – og tá vit settu tvær strikur undir úrslitið, skuldi hetta gerast við linjál.

Heini hevði ótrúliga vakra hondskrift.

Okkara flokkur var eitt sindur serligur, vit gingu 5 ár í gamla skúla. Vit høvdu bara sandavágslærarar sum til dømis, Heina, Magnu, Elias Karl, Sigurð, Marjus Paula, Gutta, Rógva og Osmund.

Í heimstaðarlæru tímunum skuldu vit duga nøvnini á øllum áunum og øllum fjøllunum í Sandavági uttanat, Heini lærdi okkum um samfelagsviðurskifti og serføroysk viðurskifti. Hann lærdi okkum at rokna og at hava áhuga í almennum viðurskiftum – og so lærdi hann okkum eisini so ógvuliga nógv annað.

Í fríkorterunum, sum eg ofta minnist sum ógvuliga lang, spældu vit í skúlagarðinum uttan uppsýn og onkutíð sníktu vit okkum til Ester at keypa sunlolly og upptrekkjara. Forvitni eftir at læra og finna vitan – og fróarmaður at siga frá og deila sína vitan. Vit blivu ávirkaði av umhvørvinum – tí vit fóru næstan ikki av bygdini fyrr enn vit blivu tannáringar.

Men kunsturin fyri vøkstri og trivnaði er kanska júst hetta, at vera góður við tað sum er, og at hjúkla um – vit vóru 13 børn í okkara flokki, í dag búgva 9 av okkum í Sandavági og við okkara makum og børnum eru vit fleiri enn 40 fólk.

Tá góðveður var, vóru vit ofta úti á Dunnagjógv, men Heini var eisini longri túrar við okkum, vit vóru útferð út í Dysjarnar gingu norð á Reynabrúgv og síðani oman við Svarthomrum, vit vóru í Vágadali og vit gingu norð í Ravnagjógv framvið Ánni. Á øllum túrunum var Heini søgufróður og deildi gleðiliga út av síni vitan um nærumhvørvið, søguna, náttúruna og djóralívið.

Heini var í kirkjuni, greiddi okkum frá kirkjusøguni í Sandavági og vísti okkum rúnarsteinin, vit vóru uppi á Steig og við minnisvarðan.

Heini og Sigurð lærdu okkum at tekna føroyska bátin, borð fyri borð og teir søgdu okkum hvussu alt á bátinum kallaðist.

Men vit vóru eisini longri túrar, Heini var við okkum í Skopun og Skála, á teimum túrunum vóru vit tað, tey í dag rópa seturskúla. Harafturat var Heini nógvar túrar í Havn við okkum, vit vóru á Fornminnissavninum, Landsskjalasavninum, Norðurlandahúsinum og á Skansanum.

Heini dugdi at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.

Herfyri var eg á gólvinum hjá Heina, sum vanligt, so prátaðu vit um alt millum himmal og jørð. Altíð vildi hann vita, hvussu tað gekk, hvat arbeiði eg hevði, hvussu trivnaðurin var, ikki bara hjá mær, men hann vildi vita, hvar hini í flokkinum vóru, um tey høvdu lært, vóru gift, høvdu børn og um tey høvdu arbeiði.

Vit prátaðu um at eg taki ferðaleiðaraskúlan í Vestmanna – og Heini vildi vita um alt, sum vit læra á skúlanum. Hann segði: “Hevði eg verið yngri so hevði eg fari á handan skúlan.”

Heini greiddi frá at hann plagdi at vera ferðaleiðari hjá Eysturoyar Gongufelagið og øðrum – eg ímyndi mær, at til hetta starvið hevur hann verið sum tikin úr leikum.

Tá eg skuldi fara fortaldi Heini mær, at hann visti at tíðin, sum hann hevði eftir, var avmarkað og vit tosaðu um deyðan. Síðstu orðini Heini segði við meg vóru: “Eg vil so fegin liva, tí tað er so nógv eftir, sum eg havi hug at gera.” Hesi orðini fari eg at taka við mær og eisini minnast teg fyri, góði Heini.

Forvitni eftir at læra, finna vitan, siga frá og deila sína vitan eru lýsingar, sum eyðkendu Heina.

Heini var ein sannur mentanarberari og hevur gjørt sítt til varðveitsluna av søgu og mentan í Sandavági og Vágum.

Góði Heini takk fyri títt íkast til samfelagið.

Hvíl í friði

Fía Selma

                            

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder