Mentan

Røddir úr Sápmi í Norðurlandahúsinum

Í heyst byrjar framsýningin SÁPMI Søgur, sum eru 10 ymiskar framsýningar við 13 ymiskum listafólkum, sum koma úr Finnlandi, Noregi og Svøríki. Tann fyrsta framsýningin letur upp 3. oktobur, og hon er við Hanne Grete Einólarsen.

2022-09-26 17:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvørji eru tey bestu listafkini? Hvørji listafólk fáa síni verk sýnd á listasøvnum? Hvørji listafólk sleppa við í listasøguna? Tað gera tey av, ið sita við valdið í listaheiminum, tey, sum hava vald til at meta um, velja út og keypa - og til at gera eina listarliga allýsing. Í vesturevropeisku listasøguni hevur klassiska listafólkið verið ein hvítur, hinskyndur maður. Av tí sama eru nógv listafólk fyrr ikki sloppin framat, t.d. listafólk, sum eru konufólk ella úr einum minnilutabólki.

Listasøgan er tó í einari broytingartíð. Tilvitið um vald, kúgan og hierarki veksur og nýggjar røddir sleppa framat. Hetta hevur við sær, at m.a. sámisk list er blivin meiri sjónlig. Sámiska listin hevur verið fyri teirri vanlagnu, at hon ikki er tikin fyri fult - heldur er hon blivin lítilsgjørd og romantiserað og er ikki sædd sum verulig list. Í dag verður hon sýnd fram á teimum stóru, altjóða og viðurkendu listaskálunum - og nú eisini í Norðurlandahúsinum.

”Listaheimurin er blivin meiri tilvitaður um umboðan", sigur verkætlanarleiðarin, Inger Smærup Sørensen, sum hevur ábyrgd av sámisku framsýningarrøðini. ”Vit hava øll blind vinklar, men vit eiga at vera tilvitað um, hvør sleppur framat, so fleiri røddir verða hoyrdar. Tí eri eg sera glað fyri, at vit í Norðurlandahúsinum sýna fram verk hjá 10 ymiskum listafólkum, sum vit hava valt út fyri teirra listarligu góðsku og tí tey eru sámisk."

Sámiska framsýningarrøðin byrjar 3. oktober við “Trekk Pusten opp i det Blå” (Drag andan upp í bláan) eftir Hanne Grete Einarsen. Hanne Grete Einarsen, sum eisini verður nevnd Snefjordprinsessa, er sámiskt-norskt listafólk, sum býr í Snefjord í Vesturfinnmørkini. Framsýningin hevur m.a. fleiri litríkar sjálvsmyndir, ið snúgva seg um hennara persónligu royndir við sjúku, kreppu og samleika.

Trekk Pusten opp i det blå (Drag andan upp í bláan) verður opin fram til 16. oktobur og er tann fyrsta av 10 sámiskum framsýningum, sum Norðurlandahúsið hýsir fram til august 2023. Saman við framsýningunum vera eisini verkstovur, samrøður millum listafólk og við listafólk á skránni.

Listafólkini eru: Hanne Grete Einarsen (NO), Katarina Pirak Sikku (SE), Máret Ánne Sara (NO), Lisa Vipola (SE), Anders Sunna (SE), Michiel Brouwer (NL/SE), Liselotte Wajstedt (SE), Sissel Mutale Bergh (NO), Lena Stenberg (SE), Tomas Colbengtson (SE), Outi Pieski (FI), Birit Haarla (FI), og Katja Haarla (FI).

Myndir
- Hanne Grete Einarsen (Snefjordprinsessa)
- Hanne Grete Einarsen: Selvportrett 1, 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder