2026-11-21 09:24
Árliga miðnámstiltakið har fótbóltsdystur er millum Glasir og miðnámsskúlan á Kambsdali var í gjárskvøldið.
Av løgreglustøðini verður í morgun sagt, at sera nógv fólk vóru til tiltakið. Væntandi um 1000. Aftaná fótbóltsdystin, sum Glasir vann 3-1, vóru konsertir í einum stórum telti.
Tey ungu uppførdu seg væl, tó mátti løgreglan taka ein næming á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald