Vinna

Nýggja Katrin Jóhanna VA410

..

2026-11-20 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


JAN ERIK SIMONSEN:


Nýggja Katrin Jóhanna VA410

So vóru teir aftur í gongd Eitt skipakeyp fyri og annað eftir, tað heftir ikki fyri.

Í hesum døgum hevur ein nýggj Katrin Jóhanna fingið heimstað í Sørvági. Bæði fyri og eftir at tann fyrra Katrin Jóhanna var seld til Noregs, hevur verið arbeitt við at keypa Quantus úr Peterhead.

Skotska reiðaríi hevur fornýggja seg við einum størri og nýbygdum Quantus. Og tað hevur víst seg, at púra óslitin skip við lítlum tímatali, fáast til keyps úr Skotlandi, Oknoyggjum og Hetlandi fyri ein sámuligan prís. Og at skipini hjá teimum eru bygd í Noregi, gerð tað ikki verri. Og hesum hava føroyingar gjørt sær dælt seinastu árini.

Nýggja Katrin Jóhanna fyrrverandi Quantus er knappar 66 mtr. long og 14,2 mtr. breið og hevur Vik-Sandvik snið. Skipið er bygt á Eidsvik Skipsbyggeri í Uskedalen í Kvinnherad kommunu á norska Vestlandinum í 2008 til MV Quantus Limited í Peterhead. Øll tey kendu brandini innan útgerð eru í skipinum: Wartsila, høvuðsmotor og red.gear, Tenfjord, Brunvoll, Volvo Penta, Karmøy Winch, MMC Tendos, Teknotherm og Det Norske Veritas.

Skotar tóku Quantus út frá skipasmiðjuni hin 10. mai 2008, kostnaður var tá 150 milliónir norskar krónur. Sørvingar hava klára at fornýggja seg og eiga nú fýra skip. Tá Vesturleiki kemur í flotan, verður Brestir helst seldur.

Hjartaliga tillukku við skipinum, øll tit, ið vara av.

Mynd: Eidsvik Skipsbyggeri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder