Fastir fyllir áttati - Í dag fyllir Tóra í Horni, f. Nielsen, fastir okkara 80 ár.
Fastir er miðlingur av teimum trimum systkjunum, dóttir (Solveig Sofíu) Fíu, f. Johansen, og Andrias Nielsen, bæði foreldrini vóru úr Sandavági.
Fastur er gift við Hans Paula í Horni og tey eiga tvær døtrar, 7 ommu- og abbabørn og trý langommu- og langabbabørn – og tað fjórða er áveg. Dagurin verður hildin saman við eftirkomarunum.
Skal man lýsa fastir, so er hon umhugsin, hjartalig, hjálpsom, fitt, stuttlig, trúgv, treisk, vís, kerlig, jalig, rólig, blíð og vøkur. Familjan og nærumhvørvið, liggja hjartanum hjá fastir næst. Hon er avbera góð við okkum øll, minnist hvønn føðingardag og hvønn brúdleypsdag. Fastir elskar Sandavág og møtir (og hevur altíð møtt) trúliga upp til øll tiltøk, sum hava verið í bygdini. Sandavágs Ítróttarfelag hevur altíð staðið hjartanum hjá Fastir nær – hon hevur verið virkin í felagnum leingi, sum leikari, venjari nevndarlimur og sum stuðul – SÍF hevur verið partur av lívinum hjá fastir alt lívið. Fastir er enn við í øllum felagið fæst við. Í tíðini sum nevndarlimur í S.Í.F. komu bæði nýggjur fótbóltsvøllur og ítróttarhúsið í bygdini. Uppi hjá ommu var ítróttarhúsið bara rópt ”húsið” og hevði omma altíð ein fingur við í spælinum fyri at fáa alt at ganga upp, men tað hevur sikkurt verið trupult at lata vera, tá hon átti 4 eftirkomarar í nevndini hjá felagnum, umframt at øll hjá henni hava gjørt nógvan ítrótt í felagnum. Sum nevndarlimur í S.Í.F. minnist eg, at fastir hevði nógvar samskiparauppgávur, tað verði seg at samskipa við bingonevndina ella til dømis at hýsa teimum, sum tóku dystirnar hjá besta mansliðnum uppá video, men sum eg minnist tað, so vóru hetta alt uppgávur hon við gleði avgreiddi. Tað gekk javnan væl ítróttarliga í øllum fimm ítróttargreinunum: fótbólti, hondbólti, flogbólti, rógving og badminton.
Tá vit spældu í bestu deildini, hevði fastur ábyrgd av klæðunum – og syrgdi fyri at tey altíð vóru væl vaskaði og legði tey saman – alt var altíð perfekt – góða fastir túsund takk fyri at tú altíð hevur havt eyka orku, til at gera alt so lætt sum gjørligt fyri okkum onnur.
Tá felagið hevur okkurt at feira koyra vit vanliga rekkjukoyring, tá hon hevði koyrikort, var hon altíð við í koyringini, men seinnu árini stendur hon trúliga á trappuni á Gamlavegi og veittrar við Merkinum. Tá Hans Pauli gavst at sigla gjørdust tey aktivir limir í Vága Dansifelag og hava tey havt nógvar góðar løtur í felagnum, heldur ikki í dansifelagnum hevur fastur spart seg, men givið við øllum hon hevur orka og kunna, øllum til gleði.
Forvitin um lívið og verðina hevur fastir ferðast nógv, oftað var hon við umborð og sigldi á heimshøvunum saman við Hassa. Tað var við ikki lítið av spentheit, vit spelaðu heim til fastur, tá hon hevði verið og ferðast. Hon dugir sera væl at geva gávur og á sínum ferðum hevði hon altíð okkurt heilt serligt tinganest heim við til okkum.
Tá Hans Pauli var heima, var húsið altíð opið fyri gestum og mong eru tey, sum hava sitið væl í teirra stovu og fingið ein góðan bita, gott prát og nógv skemt. Fastir elskar at fáa fólk á gátt, um tað bara er at siga góðan dag, fáa ein drekkamunn ella at gera ein stóran døgurða. Ongantíð fyri at gera nakað burturúr sær sjálvum – mest fyri at forkela síni medmenniskju.
Fitt til hendurnar – øll hennara nærmastu hava javnan fingið troyggjur, hosir og annað úr hennara hendrum. Fastir hevur virkað vadmal til kot og broderað ommusynunum vestastykkir til føroysk klæðir.
Nýfikkin sum fá, so gleðist hon altíð tá okkurt verður viðlíkahildið, umbygt ella pyntað. Tá vit fluttu í húsini, ringdi hon dagliga og spurdi um nakað sást nú í mun til síðst, tí so mátti hon koma niðan at hyggja. Fastir dugir so avbera væl at samgleðast saman við okkum øðrum. Serliga umhugsin, umsorganarfull og full av kærleika, vit hava altíð følt at vit hava átt eitt serligt pláss í hjartanum hjá fastir.
Tá okkara ommur doyðu við góðum tveimum mánaðaum ímillum í 1991, hevði hon okkum, Sólju og Andrias, sum síni egnu. Vit kundu altíð fara til hennara og javnan fingu vit døgurða á Gamlavegi, tá mamma og pápi skuldu út, so svóvu vit hjá fastur og eg minnist tað sum serliga hugnaligt at sleppa at balla meg í hennara song, var Hans Pauli heima svóðu vit ímillum. Tá Jóanis Albert og Tóri komu hevði hon eisini teir, sum síni egnu ommubørn. Tá eg gjørdist mamma og byrjanin var trupul – plagdi hon at ringja niðan at vita hvussu náttin hevði verið – um hon hoyrdi at eg ongan svøvn hevði fingið, var hon skjót niðan at ansa Poulinu, soleiðis at eg fekk lagt meg eina løtu.
Nú fastir er farin at eldast, er hon ikki líka ferðug, sum hon onkutíð var – tó er hon røsk at ringja og vita, hvussu alt stendur til – og at biðja um hjálp – túsund takk fastur, at vit sleppa at geva nakað av tí umsorganini aftur, sum tú altíð hevur verið klár at geva okkum.
Góða elskaða fastir – hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Vónandi hevur tú lív og heilsu til at halda nakrar føðingardagar afturat Alt tað allar besta ynskja vit øll tær og tínum
Fía Selma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald