Ítróttur

Hjún skrivaðu søgu í seyðahundakapping í Vágadali

Tað var ein serlig løta í seyðahundakappingini í Vágadali, tá ið hjúnini Ketty Andrea Hentze Winther og Petur Hans Winther bæði vunnu heiðursmerki í somu kvalifikatións kapping í klassa 3. Eftir tí, sum vit vita, er hetta ikki hent áður í Føroyum..

2026-11-22 15:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var Vága Seyðahundafelag, sum skipaði fyri kappingini í Vágadali, har Tummas Jacobsen og Moss tryggjaðu sær fyrsta plássið.


Men tað vóru serliga hjúnini Winther, sum gjørdu kappingina minniliga. Ketty Andrea Hentze Winther vann annað plássið við Tara, meðan maður hennara, Petur Hans Winther, tryggjaði sær triðja plássið við Rex.


Eftir tí, sum vit vita, er hetta fyrstu ferð, at hjún bæði hava staðið á sigurspallinum í somu kvalifikatiónskapping í klassa 3 í Føroyum.


Úrslitið í klassa 3:
 1. Tummas Jacobsen við Moss
 2. Ketty Andrea Hentze Winther við Tara
 3. Petur Hans Winther við Rex


Kappingin í Vágadali verður sostatt ikki bara mint fyri sigurin hjá Tummasi og Moss, men eisini fyri eitt sjáldsamt og møguliga søguligt úrslit hjá hjúnunum Winther.
Vit ynskja øllum trimum hjartaliga tillukku við teimum flottu úrslitunum!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder