2022-09-26 21:19
Starvsfólk heiðraði fyri trúgva tænastu
Á hugnaligari samkomu í býráðssalinum í dag, var heiðran av starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu. Hesi fingu heiðursgávu, fyri at hava starvast ávíkavist 15, 20, 25, 30, 35 ár, ið ber prógv um, at Tvøroyrar kommuna hevur trúgv og eldhugaði starvsfólk, ið brenna fyri at veita góða tænastu á øllum økjum í kommununi.
Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði starvsfólkunum fyri trúgva og góða tænastu og handaði heiðursgávu.
Tey í heiðrað starvsfólkini vórðu.
Ebba Michelsen, 35 ár í barnatannrøktini
Elsebeth Olsson, 30 ár í barnaansingini
Heidi Bech, 20 ár í barnaansingini
Ingibjørg Grothsdóttir, 25 ár í barnaansingini
Mikkjal Bærendsen, 25 ár í bruna &- tilbúgvingini
Olivina Winther, 15 ár reingerðing
Thorfinn Mortensen, 25 ár í bruna -& tilbúgvingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald