Tíðindaskriv:
Ein álmanakki fyri øll
Virkin oktober, ið tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, koyrir eftir sama leisti hvørt ár við einum álmanakka til børn, ein til ung og ein til vaksin. “Álmanakkarnir eru eftirspurdir. Arbeiðspláss og skúlar hava umbiðið uppsløg til hvønn einstaka dag, so tey kunnu brúka Virkin oktober á sínum kunningarskíggjum og eggja starvsfólki og næmingum at vera virkin saman. Eisini hava afturboðanir frá avvarðandi at fólki við sálarligum trupulleikum og borgarum, ið hava góða sálarheilsu verið sera góðar, tí álmanakkarnir eru eitt amboð til at gerast meira virkin og fáa íblástur til virksemi, ið gevur gleði og innihald” sigur Monika Mohr fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum, ið hevur ábyrgdina fyri ABC fyri sálarliga heilsu.
Ver virkin uppá ymsar mátar
“Gransking vísir, at tess fleiri mátar vit eru virkin – tað vil siga sálarliga, sosialt, kropsliga og andaliga – tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg sostatt ikki bert um at røra seg, men at fáast við ymiskt virksemi, ið gevur meining og gleði fyri tann einstaka” sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum. Eggja verður til at fáast við virksemi bæði fyri seg sjálva/n og saman við øðrum og bjóða øðrum við. Álmanakkarnir kunnu geva íblástur og skapa tilvitan um at raðfesta nakrar smáar løtur í gerandisdegnum, ið geva gleði. Í summum førum kann tað snúgva seg um at binda frið úti í náttúruni, og í øðrum førum kann tað snúgva seg um at fara til eina konsert við vinum ella vera kreativ/ur við familjuni.
Álmanakkarnir kunnu styrkja nærumhvørvið
Við átakinum eggjar Fólkaheilsustýrið einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum í oktober. Evnið fyri ABC vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Álmanakkarnir kunnu brúkast til at styrkja trivnaðin í nærumhvørvinum, tá ið man ger ymiskt virksemi í felag í t.d. fríkorterinum, kaffisteðginum ella heiminum.
Álmanakkarnir kunnu takast niður sum pdf ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum ella her.
Tað ber eisini til at venda sær til Fólkaheilsustýrið og fáa uppsløg fyri hvønn dag til kunningarskíggjar. Harumframt er átakið á Facebook- og Instagram-síðunum “ABC fyri sálarliga heilsu”.
Góðan virknan oktober!
Fólkaheilsustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald