Síðani hava veðurlagsverkføll verið hildin í nógvum londum og býum ymsastaðni í heiminum fyri at krevja at vakstrarhúsgassútlátið verður minkað munandi.
Eisini í Føroyum hava vit havt veðurlagsverkføll, og nú er aftur tíð hjá umhvørvisfólki at hittast til eitt veðurlagsverkfall. Tað gera vit á Speakers Corner í miðbýnum í Havn á Mentanarnáttini hin 3. juni kl. 16:30.
Samtykti veðurlagspolitikkurin er ikki bindandi, og tí krevja vit eina bindandi veðurlagslóg, har vakstrarhúsgassútlátið skal minka munandi við ítøkiligum átøkum. Vit krevja somuleiðis, at náttúra og lívfrøðiligt margfeldi verður vart, soleiðis at náttúruvernd og minkandi útlát ganga hond í hond.
Magnus Gaard, Elin Sólvør Á Løgmansbø og Pól Jóhannus Toftegaard Larsen bera fram røður. Vit fara eisini at syngja felagssangir, mála steinar við veðurlagspolitiskum boðskapi og hava andlitsmáling til børnini.
Við umhvørvisheilsan,
Veðurlagslóg NÚ og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald