Mentan

Varpið avhendað

Stórur og gleðiligur dagur í Klaksvík fyrradagin

2024-04-19 08:00 Author image
Dávur Winther
placeholder

Eftir drúgva tíð er nú komið so mikið ávegis við byggingini av Varpinum, at avhandingaskjalið nú er undirskrivað, eftir gjøgnumgongd av húsinum og verkætlanini annars.

Ráðgevar, arbeiðstakarar og umboð frá stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum er byggiharri, møttu á fundi í morgun í Varpinum, har ymisku arbeiðini vórðu gjøgnumgingin.

Byggingin lýkur ásettu krøvini frá byggimyndugleikanum og er í tráð við tekningar og ynskir. Endaligt brúksloyvi er tí eisini givið fyri nýtslu av húsinum.

Tí er avhendingarskjal í morgun eisini undirskrivað. Tó eru onkur smávegis arbeiði eftir, sum avtala er gjørd um, skulu verða gjørd í næstum.

Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna fegnast um, at tað nú endiliga er komið so langt – og at henda verkætlan, sum byrjaði á sumri í 2020, nú kann kallast liðug.

Varpið hevur tó ávegis staðið sína roynd við fleiri sera væl eydnaðum tiltøkum, sum hava verið í húsinum. Talan hevur verið um eina spennandi, men drúgva tilgongd, og nú eru vit øll glað og takksom, sigur ein fegin forkvinna í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Nú húsið stendur liðugt, kostar tað uttan innbúgv um 72 mill.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder