Mentan

Vágakórið byrjar aftur at venja

Mánakvøldið 11. september kl. 19:00 fer Vágakórið undir nýtt og spennandi sangár.

2023-09-11 16:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Nýggjur kórleiðar er vestmenningurin John Debes Jacobsen. Hann hevur drúgvar royndir sum kórsangari og hevur verið virkin í fleiri kórum tey seinastu 17 árini og syngur fast í Tarira og Tórshavnar kamarkóri. Umframt tað hevur hann nógvar royndir innan sangvenjing, framførslu og hevur tikið kórleiðaraskeið. John er fegin um at verða blivin ein partur av Vágakórinum; at verða við í menningini av kórinum og at føra kórið frameftir.


Vit vilja fegin bjóða nýggjum sangarum, bæði ungum og eldri, royndum sum óroyndum í Vágakórið, og saman við okkum gera kórið til eitt fjølbroytt og vælljómandi oyggjakór. Vit síggja týdningin av at hava eitt kór í oynni. Ofta eru boð eftir okkum, tá eitthvørt tiltak er, bæði til gaman og álvara.


Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.00 í bygdaskúlanum í Miðvági. Vit vóna at síggja nógv nýggj andlit, tá vit byrja aftur nú eftir summarsteðgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder