Tað fyrsta verður útferð við bussi í Eysturoynna 23. august, har vitjað verður á Snælduni, Urtagarðinum hjá Evu, Navia og í Havn verður farið á Tjóðsavnið, tað sum fyrr kallaðist Fornminnissavnið. Felagið skipar eisini fyri døgurða. Seinasta freist at tekna seg til úrferðina er týsdagin, 16. august.
Í heyst verður sum vant skipað fyri bingo, og eisini fer at verða skipað fyri fundum við tiltøkum fyri limirnar. Jólaveitslan verður í desember.
Sum nakað nýtt er ætlanin at hava onkur kvøld, tá ið limirnar savnast at hugna sær og spæla ymisk kort- og borðspøl.
Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum. Ráðið hevur javnan fundir við Vesturvón og kommunurnar. Eldraráðið hevur í tí sambandi skotið upp, at gjørd verður ein nýggj og dagførd kanning av støðuni hjá teimum eldru í Vágum.
Í nevndini fyri Vága Pensjónistafelag sita Erhard Jacobsen, formaður, Ketty Kurotsuchi, næstforkvinna, Thurid Olsen, kassameistari, David Johannesen, skrivari, Jóna Dam, Asta Poulsen og Finnbogi Niclasen.
Mentan
Vága Pensjónistafelag byrjar við útferð
Vága Pensjónistafelag fer nú aftur undir virksemið, sum plagar at vera um heystið og um veturin.
2022-08-14 17:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald