Mentan

Vága Kommuna: Umhvørvisdagur leygardagin 20. mai

Byrjað verður kl. 9.

2023-05-19 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Leygardagin 20. mai 2023 er umhvørvisdagur í Vága kommunu. Byrjað verður í øllum bygdunum kl. 9.00 við morgunmati, og frá kl. 10.00 til 12.00 rudda vit saman fram við vegunum, í áum, á sandinum og aðrastaðni í miðstaðarøkinum.

Eins og gjørt verður hvønn leygarmorgun, so verður gingið og runnið fyri heilsuna, sum Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri. Leygardagin verður gingið og runnið í Vatnsoyrum kl. 10.00.

Í bygdarhúsinum kl. 13.00 verður bókaframløga av barnabókini Motorskúkklan sum Richard H. Johansen og Hans Niclasen hava ávikavist skrivað og teknað.

Út á seinnapartin fara vit at hugna okkum saman við grill og felagssangi. Vit hittast Úti á Dal í stásiligu ríðihøllini hjá Vága ríðingarfelag frá kl. 16.00 til 18.00. Har fer Skótlalið Mikkjals á Ryggi at grilla pylsur og búffar, og Tummas Heri & co. fara at spæla undir til felagssang.

Í samband við ruddingardagin, verður upplatingartíðin á umhvørvisplássinum broytt eitt sindur. Opið verður frá kl. 12.00 til kl. 16.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder