Mentan

Vága kommuna: Jólatrøðini verða tendrað leygardagin

Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum og hetta verður hátíðarhildið við tónleiki, jólamonnum og hugna.

2023-11-30 10:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Leygardagin 2. desember fer kommunan at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Sandavági kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Vatnsoyrum.
Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Marjun í Kálvalíð, prestur sigur nøkur orð. Til tendringina í Sandavági og Miðvági eru barnakór úr Sóljugarði og Miðgari sum fara at syngja nakrar sangir.
Aftaná hvørt jólatræ er tendrað, koma jólamenn og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder