2023-12-02 10:18
Leygardagin 2. desember fer kommunan at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Sandavági kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Vatnsoyrum.
Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Marjun í Kálvalíð, prestur sigur nøkur orð. Til tendringina í Sandavági og Miðvági eru barnakór úr Sóljugarði og Miðgarði sum fara at syngja nakrar sangir. Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur løg.
Aftaná hvørt jólatræ er tendrað, koma jólamenn og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald