Vegna Sandavágs Forminnafelag og Sandavágs Bygdarsavn vil eg hervið bjóða tykkum hjartaliga vælkomin. Vit eru komin saman her, tí vit fara at smíða bát á hesi fløtu. Til tað arbeiðið hava vit fingið bátasmiðin, Terja Reinert Jacobsen, at smíða eitt 5-mannafar.
Hugskotið
Ein kann spyrja, hvaðani hugskotið kom at smíða bát. Hugskotið kom, tá íð Petur Elias Petersen fór at gera Bátasmiðjuna til summarhús. Mær hevur altíð dámt at varðveita gomul ting. Petur Elias hevði lagt nakrar skabelónir og tvær klombrur í eina rúgvu og bað meg taka mær av hesum. Tá kom hugskotið til at smíða ein bát úti. Eg orðaði tað við Petur Elias, og so var verkætlanin longu farin í gongd.
Bátasmiður, stuðlar og høvundar
Vit fóru so í holt við at finna ein bátasmið, og síðani at skaffa stuðlar til at fíggja hesa verkætlan at smíða bát úti. Seinni komu Heini F. Petersen og Jan Erik Simonsen uppí. Teir báðir hava gjørt hesa verkætlan til nakað heilt stórt, við tí søguliga partinum, sum hoyrir til tann føroyska bátin.
Vekja áhuga
Við hesi verkætlan, verður stuðlað upp undir, og tað verður gjørt meira atkomuligt, at síggja sjálvt handverkið. Ein miðlan av føroyska bátinum og bátasmíðinum til børn og ung, ja okkum øll, er avgerandi fyri, at áhugin fyri vitanini um bátasmíð verður førd víðari til komandi ættarlið.
Vitja í Steigartúni
Í hesi verkætlan kunnu øll, bæði bygdafólk, føroyingar og ferðafólk vitja og síggja, meðan smíðað verður - og enntá ókeypis. Vónandi fara øll vitjandi og bygdafólk væl um, soleiðis at hesin báturin, íð smíðaður verður, og gamli Loftabáturin, sum stendur í løgmansgarðinum, fáa frið, meðan teir standa úti.
Takk
At enda vil eg takka øllum, sum hava gjørt hesa verkætlan møguliga. Takk til bygdarsavnið og forminnafelagið her í bygdini. Og takk til Vága kommunu, og stóra takk til allar stuðlar við peningagávum. Og eisini stóra takk til Terja Reinert Jakobsen, ið vildi taka hesa uppgávu á seg. Eisini Heini F. Petersen og Jan Erik Simonsen, ið hava skrivað um bátasmíð og føroyska bátin, og harvið hava skrivað søguna um bátasmíð her í bygdini - tit báðir eiga eina stóra tøkk fyri hetta vælaverk. Takk fyri.
Dagbjørn Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald