Mentan

Vælkomin á Missiónsvika í Saron 30. Januar - 4. februar

Við hesum vilja vit bjóða øllum vælkomnum á Missiónsviku í Saron. Vit byrja í kvøld 30. januar kl. 19:00 við Junior, og halda áfram til og við sunnukvøldið, við fjølbroyttari skrá.

2024-01-31 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stúrið ikki!

Nógv av okkum kenna til at stúra. Vit hoyra dagliga um neyð og ólukku, kríggj og ófrið, broytingar í natúruni og høgar prísir. Vit uppliva eisini persónliga sorg og mótgongd, synd og deyða, so tað er ríkiligt, sum kann fáa okkum at óttast og stúra.

Men tað var ongantíð ætlanin, at vit skuldu bera alla vanlukkur og mótgongd einsamøll. Fyrstu orðini til hirðarnar á markini vóru jú: ”Óttist ikki!” Gud sá óttan, og hann sær okkara støðu og vil troysta okkum og geva okkum vón: ”Eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skula verða fyri alt fólkið. Tykkum er ein frelsari føddur.”

Jesus hevur tikið alt tað trupla og ónda, á seg sjálvan! Hann er frelsarin og vit vera í Filippibrævinum 4, 6-7, mint á, at koma til hann við øllum tí, sum tyngir okkum og ger dagin myrkan.

Tað er ikki lætt at sleppa hugsanum um alt sum kann ganga galið, men tað einasta sum hjálpur, er at geva tað yvir til Jesus. Velja vit at gera tað, so lovar hann at geva okkum ein frið, sum eingin annar kann geva okkum, og sum ikki er grundaður á egin evni, men á hann.

Lat okkum leggja alt okkara á hann, sum kom til okkum og tók allar okkara byrðar og synd, sum vit ikki er ætlaði til at bera sjálvi, tí hann hevur frelst okkum frá ti, við orðunum ”Tað er fullgjørt!”

Sig, takk Jesus fyri frelsuna!

Saron

 

Skráin:

 

Týsdagur 30. januar

  1. 19 Smiley/Junior

Mikudagur 31. januar

  1. 20:00 Møti við Ann Hermansdóttir, Bjørk syngur

Hósdagur 1. februar

  1. 20:00 Møti við Ólavur Øre, Manskór úr Havn syngur.

Fríggjadagur 2. februar

  1. 19:00 Nátturði, øll vælkomin!
  2. 20:00 Kafekvøld við Tær 4 og Anna Louisu Mýr

Leygardagur 3. februar

  1. 19:00 Møti við Steinar Loftnes,

Katrin, Marjun og Kristina syngja.

Innsavning til Heimamissiónina - Drekka

  1. 21:00 Ungdómsmøti við Steinar Loftnes.

Sunnudagur 4. februar

  1. 11:00 Guðstænasta við altargongd,

                 Marjun í Kálvalíð

  1. 15:00 Familjumøti við Jóhan Hansen og Barnakórinum í Saron
  2. 18:00 Møti við Steinar Loftnes,

  Krista & Sámal Hanni Lognberg syngja

 Innsavning til Saron

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder