Mentan

Útgávukonsert við Anniku Hoydal og bólki á 40 ára føðingardegnum hjá Norðurlandahúsinum

Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – í 7 áratíggju fyri at verða meiri nágreinilig.

2023-04-19 10:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Útgávukonsert við Anniku Hoydal og bólki á 40 ára føðingardegnum hjá Norðurlandahúsinum


Tá ið Norðurlandahúsið í Føroyum lat upp sunnudagin 8. mai 1983 spældi Annika Hoydal saman við Lars Trier á gittara á fyrstu konsertini. Nú 40 ár seinni, mánakvøldið 8. mai 2023, kl. 19.30, stendur hon aftur á pallinum saman við sínum nýggja føroyska bólki á júst sama palli.


Við nýggjari plátu ávegis og við líka nógvum uppá hjartað, fer Annika á útgávukonsertferð í mai við øllum tónleikarunum, ið hava spælt inn nýggjastu útgávuna, Leysir Endar.


Í Føroyum er Annika serliga kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv solo. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av hennara sangum eru vorðnir fólkaogn. Aldan, Í dans, Lisa og 15 ár teljast millum nakrar av hennara kendastu sangum og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.

 

Leysir Endar er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal, sáli,  týddi til føroyskt. Saman við sínum bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt alt inn. Øll upptøkan er akustiskt og alt í umh

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder