Mentan

Ungdómsbókasavnið letur upp á Býarbókasavninum

Nú fáa tey ungu sítt egna bókasavn.

2022-09-16 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Leingi hevur verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum í Havn. Í fjør varð farið undir at umvæla á 2. hædd, og loksins er ungdómsbókasavnið klárt at lata dyrnar upp. Á ungdómsbókasavninum hava tey ungu umsíðir fingið sítt egna stað, eitt bókasavn, sum er serliga innrættað til teirra.


Hósdagin 22. september letur nýggja ungdómsbókasavnið upp fyri almenninginum við røðum og framførslum, og høvi verður at síggja ungdómsbókasavnið.

Ungdómsbókasavnið er blivið eitt innbjóðandi stað, sum gevur teimum ungu íblástur, møguleika og umstøður at vera á bókasavninum. Umframt at hava eitt gott úrval av ungdómsbókum á bæði føroyskum, donskum og enskum, hevur ungdómsbókasavnið eisini teknirøðir, pláss at spæla borðspøl, lesikrókar og góðar lestrarumstøður. Á vetrarskránni fyri ung eru millum annað lesiringar fyri ung, verkstovur og borðspælskvøld.


Nógv ymisk tiltøk fyri ung og ungar sálir eru á skránni hósdagin 22. september:


Skráin fyri dagin

Fyrrapart:

10.00 Ungdómsbókasavnið letur upp

10.10 Býarbókavørðurin bjóðar vælkomin

10.20 Borgarstjórin ella formaðurin í Mentanarnevndini heldur røðu

10.30 Ýr Ákadóttir, ungt listafólk, greiðir frá listaverkunum á ungdómsbókasavninum

10.40 John Fuglø, ungdómsbókavørður á Kulturium í Ishøj, hevur framløgu

10.50 Køka og hugni


Kl. 11 og fram:

Allan dagin koma ung úr fólkaskúlunum at síggja og hoyra um ungdómsbókasavnið.


Seinnapart:

16.00 Ungdómsbókakafé. John Fuglø, ungdómsbókavørður á Kulturium í Ishøj, viðmælir bøkur

17.00 Borðspælskafé: TableTop Føroyar kemur at greiða frá og viðmæla borðspøl

18.00 Tónleikaframførsla við Marius DC

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder