Mentan

Undangongumaðurin Petur Jacob Sigvardsen 90 ár

Týsdagin 13. september verður Petur Jacob Sigvardsen 90 ár.

2022-09-12 14:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Petur Jacob er føddur við Gjógv, sonur Karl Jacob Sigvardsen og Elisabeth f. Joensen, bæði frá Gjógv. Petur Jacob var giftur við Jacobinu f. Petersen, úr Sandavági (d. 2012) og eiga tey børnini Estrid Paula, Karl Eli Petur og Fróði.


Petur Jacob tók læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla í 1956 og hevur verið lærari í Mykinesi, Miðvági og Tórshavn. Hann varð settur skúlaráðgevi 1. august 1973, til hann 1. desembur 1979 varð settur sum deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini. Hann virkaði eina tíð sum landsskúlastjóri, til hann fór úr starvi 1. august 1997.


Petur Jacob er rithøvundur av Guðs náði. Tað er ikki hissini verk hann hevur lagt fyri dagin, har serliga heimbygdin við Gjógv er væl lýst í fleiri bókum.


Tá Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir at heiðra merkismannin Petur Jacob, so er tað fyri hansara ómetaliga stóra arbeiði fyri RFF og ferðslutrygdina sum heild.


Petur Jacob var við til at stovnseta RFF í 1976 og verður nevndur sum maðurin, ið átti hugskotið til navnið “Ráðið fyri Ferðslutrygd”.


Petur Jacob var næstformaður í starvsnevndini fyri RFF øll árini frá 1976 fram til 1993, tá hann varð valdur formaður. Hetta starv røkti hann til 2004, tá hann legði frá sær.


Petur Jacob var eisini undangongumaðurin við at fáa okkum nullhugsjónina inn í arbeiðsetningin hjá RFF. Í dag er hetta ein púra náttúrligur partur av ferðslutrygdararbeiðinum og beinleiðis ásett í ferðslulógini.


Hansara ómetaliga stóra og vælgreidda arbeiði ferðslutrygdini at frama eru vit øll serstakliga glað og takksom fyri. Og eftir at Petur Jacob legði frá sær sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, var avgjørt at gera hann til heiðurslim. Ein tign, sum hann var serliga glaður fyri, sum viðurkenning fyri stórt og gott avrik.


Tað er eisini gleðiligt hjá okkum at síggja, at Petur Jacob framvegis er so áhugaður í RFF, at hann nærum altíð er at síggja í fjøldini til tiltøk, sum RFF skipar fyri. Eingin ivast í, at Petur Jacob framvegis brennir fyri hugsjónini og tað letur hann okkum eisini vita, tá hann tekur orðið á fundi hjá RFF.


Við hesum orðum vilja vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd ynskja Petur Jacob hjartaliga til lukku við 90 ára degnum og øll góðynskir á leiðini.


Ráðið fyri Ferðslutrygd

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder