Mentan

Um 730 børn fara í 1. flokk í morgin

Tey eru næstan øll fødd í 2015. Í 2015 vórðu 610 børn fødd í Føroyum. Nú, sjey ár seinni, eru tey 120 fleiri, tí fleiri eru flutt til Føroya. Vøksturin er næstan 20%

2022-08-17 17:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sambært fyribils næmingatølum frá Undirvísingarstýrinum 1. februar í ár, er Skúlin á Fløtum skúlin, sum tekur ímóti flestu næmingunum í fyrsta flokki. Har byrja 77 næmingar. Á Skúlatrøð eru næmingarnir 69 í tali. Í 16 skúlum og skúlatilboðum eru færri enn 10 næmingar, sum byrja í fyrsta flokki.

Hetta skúlaárið eru 11 forskúlar við til samans 226 næmingum, tað skrivar Skúlablaðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder