Her er skráin mánadagin 19.02.24.
kl. 09.00 - 21.00 Café Fríða
Listaframsýning á Biskupstorgi
Hanus Lind Sørensen og Maria Mørkøre sýna fram
kl. 11.30 - 15.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð
Angus.fo – 457777
kl. 12.00 - 20.30 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni
Fríða fiskasuppa við hýsu
Brokkolisalat við laksi
Croissant fyltur við kalvasalat
Fríða Bacalao
Eisini er annað mangt á borðseðlinum
kl. 13.00 - 17.30 Blái Krossur Føroya
Klæðir kunnu latast inn allar dagar.
Vælkomin inn á gólvið.
kl. 15.00 - 18.00 Spinnaríið – Klingrugarður
Søguinnsavnan
Áhugafelagið Spinnaríið ætlar at skipa eina fasta framsýning á Spinnarínum um søgurnar hjá
Klaksvíkar Ullvirki og Norðoya Ullvirki. Kanst tú hjálpa okkum?
Hevur tú myndir, tilfar ella søgur frá ullvirkinum hjá Monu Olsen ella ullvirkinum hjá J.F. Kjølbro?
Tað er eisini áhugavert við munnligum frásagnum. Vit kunnu skriva niður ella taka upp á band.
kl. 16.00 - 18.00 Spinnaríið – Klingrugarður
Ungir listaspírar
Áhugafelagið Spinnaríið skipar á Torradøgum fyri framsýning við nøkrum ungum
listaspírum úr norðurøkinum.
Dorit Hansen sigur nøkur orð.
Framsýningin er ókeypis.
kl. 17.00 - 21.30 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð
Angus.fo – 457777
kl. 18.30 - 20.30 Blái Krossur Føroya
Opið hús í Blákrossbúðini á Klaksvíksvegi 63
kl. 19.00 Alisa Hammer frá ”Títt Rúm” og Lív Brúsá frá ”Liv Lívið” fortelja um týdningin av fyribyrgjan.
Eisini verður aðalskrivarin Edva Jacobsen til staðar.
Kaffi er á kannuni.
kl. 19.00 Miðhøllin á Skúlatrøð
Torrakonsert á Skúlatrøð
Tónlistaskúlin skipar fyri konsert við næmingum og lærarum.
Skráin er blandað við ymiskum bólkum, bæði klassiskum og rytmiskum.
Í pausuni verður høvi at keypa kaffi og kakur og soleiðis stuðla næmingum,
sum í næstum fara til Íslands at venja saman við musikkskúlanæmingum á Selfossi.
kl. 19.00 Café Gloria
Sangløta – Andakt og hugnakvøld.
Elim saman við Frelsunarherinum hava andakt og skipa fyri sangkvøldi, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.
Sí skránna her: Torraskráin 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald