2024-02-15 18:34
Úr rúgvuni kann nevnast, í Smæruni eru tríggir ymiskir fyrilestrar við kaffi afturvið, har Jákup Anderasen greiðir frá um “Góð minni og ættarbond í Kalsoynni”. Magni Arge greiðir frá um ”Niels Juel á ferð í Norðoyggjum” - um samrøður og reportasjur í Norðoyggjum í meiri enn 30 ár og Malan Østerø greiðir frá úr bókum sínum um uppvøkstur hennara á Trøllanesi. Tónlistaskúlin hevur næmingakonsert í skúlanum,
Í Christianskirkjuni verða fleiri ymisk tiltøk, sum skrúvuguðstænasta, morgunsangur og aftaná er drekkamunnur í kirkjukjallaranum. Føstugudstænasta, skótagudstænasta har eisini Strúkarabólkurin, Arcodrós spælir. Aftaná er drekkamunnur í kirkjukjallaranum.
Christianskirkjan bjáðar eisini til vøggusang og fríggjadagin verður sálmakvøld, har Klaksvíkar Hornorkestur luttekur, og drekkamunnur verður í kirkjukjallaranum.
Á Bókasavninum verður Bindiskeið við Sáru Mrdalo.
Torratingið í Varpinum
Tað altíð so áhugaverda Torratingið verður sent beinleiðis úr Varpinum í Útvarpinum hja´Kringvarpinum mikukvøldið 21. februar kl. 19.00.
Jón Brian Hvidtfeldt og Elin Winther Poulsen eru vertir við fiskuvinnutingið. Tú kanst eisini vera við og siga tína hjartans meining. Við tingborðið sita forfólk á tingi og eisini fólk umboðandi vinnuna.
Skráin fyri tingið og hvørji evni verða sett á skrá, verður at frætta meir um í Kringvarpinum í vikuni!
Torratingið verður útvarpað beinleiðis í Kringvarpi Føroya og verður eisini stroymt á Norðlýsinum.
Torramatur
Á Café Gloria spíla tey seg út við stóru fiskabufféini mikudagin, sjavskvøldi, sangløtu og hugnakvøldi.
Tað verður skipað fyri einum Flemish Kap kvøldi í Varpinum leygarkvøldið 24. feb. har tosað verður um og sagt søgur frá Flemmish Kap. Eisini bjóðar Gutti Winther eina betri Flemish Kap-máltíð, sum verður kallað Bacalao í Varpinum við m.a. saltfiski og øðrum fiskaúrdráttum.
Neyðugt er at tekna seg til tiltakið fyri at kunna gera tillaga matgerðina freistin fyri tekningina er mikudagin 21. feb. kl 12.00. Tekna teg til Bacalao í Varpinum her: https://klaksvik.atgongumerki.fo/.../2443852/order/info
Gunnar Nolsøe hevur ein afturlítandi tónleikabita frá Flemmish Kap - Brot úr tí mangan góða og annarleiðis tónleikinum, sum Flemmish-Kapparnir komumheim aftur við. Eisini verða sungnar onkrar sjómansvísur, sum Hans Hjalti og Hóraldur spæla undir til. Sjálvandi verða eisini sagdar søgur og hendingar frá Flemmish Kap.
Á Flemish Kap kvøldinum í Varpinum verður eisini greitt frá ferð til Spania, "Fiskafagnaður í Spania" 15. - 22. oktober 2024.
Tekniski skúli letur dyrnar upp leygardagin 24. februar, har næmingar á Matvørudeildini hjá TSK bjóða eitt Torra sjálvtøkuborð. Høvuðsdenturin er rávørur úr sjónum m.a. royktur laksur, heimagjørd marinera sild, saltfiskur, roykt rogn og ymiskt annað. Eisini verður okkurt søtt omaná. Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á kr. 100,- fáast í TSK á degnum.
Skráin sæst her: https://viewer.ipaper.io/klaksvikar-kommuna/torraskrain/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald