Mentan

Tobias Rahim á Voxbotn

Hann var á Voxbotn í 2022 og tað var heilt fantastiskt. Voxbotn endurtekur tað aftur á sumri 2024!

2023-11-22 20:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Útseldar konsertir, ein hálv milliard av stroymingum á spotify, útvarpshitt omaná útvarpshitt: Danmark er av álvara fallið fyri Tobias Rahim og hansara forførandi teksti, rúsandi ljóði og fangandi visuella heimi. Tað eru vit í Føroyum eisini.

Hesin hevur yvirtikið danska pallin á ein heilt serstakan hátt. Hann er sín egin, er óvanliga væl umtóktur í Danmark og tað er gravgangur eftir at fáa hann at spæla konsertir og - fyri fjepparar - at sleppa til hansara konsertir. Tí eru vit sera fegin um, at Tobias Rahim aftur verður við á Voxbotn 2024.  

Háaktuelli og eitt hitt heitasta navnið í donskum popptónleiki hevur millum annað útgivið stórhittið ‘STOR MAND’, ‘Mucki Bar’ og ‘Flyvende Faduma’.  Hann er satt listafólk, ið skapar sítt heilt egna rúm, har hann spælir við erligar kenslur og marksøkjandi skaldskap við øsandi, men vøkrum útrykki. Talan er um eitt frírúm har tað er pláss fyri tabu, politiskum boðskapum, veitslu, skemti, sex og ólukkuligum kærleika – alt í einum. Tað vitna hansara sera vælumtóktu sangir eisini um. 

Vit kunnu bara gleða okkum, til hesa uttan iva fantastisku løtu sum verður í Havn á Voxbotn 2024. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder