2023-06-13 10:40
Vegleiðari: Annleyg Patursson Dato: mikudagin 28. juni Tíð: kl. 14:00 og kl. 19.00 Stað: Hoyvík. Túrurin byrjar við parkeringsøkið hjá Skógrøkt Landsins Torleikastig: Túrurin er fyri øll Túralongd: 2 tímar Kostnaður: 50 kr., sum verður goldið á staðnum Lýsing: Vit ganga eftir gøtum, aftanfyri Skógrøktina og gjøgnum viðarlundina. Víðari oman móti Boðanesgjógv, har nógvar hagaplantur vaksa, niðanaftur gjøgnum hagan og oman í plantufrøðiliga urtagarðin á Tjóðsavninum við teimum føroysku blómunum. Tilmelding: Eingin tilmelding – tú møtir bara upp |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald