Mentan

Tjóðsavnið

Veðurlagsbroytingar eru ein hóttan móti samfeløgum, mentanarlandsløgum og mentanararvi kring heimin.

2024-02-07 21:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Søvn og aðrir mentanaraktørar eru týðandi partar av samrøðuni um veðurlagsbroytingar og kunnu kveikja broytingar í hugburði og atferð, tí tey eru von at miðla fakta soleiðis, at tað er lætt at skilja.

Verkætlanin “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE, snýr seg um at brúka lokala vitan og eggja nærsamfeløg at verja mentanarlandsløg og siga søguna um støðini við millum annað talgildum loysnum. Partur av verkætlanini er at gera ætlanir fyri og fremja náttúruendurbøtandi átøk í tilgongdini at røkka javnvág millum útlátið, ið verður latið út í náttúruna og útlátið, sum verður tikið upp við náttúruloysnum (‘net zero’). Verkætlanin eggjar sostatt íbúgvar, ferðafólk, ung og myndugleikar at broyta hugburð og atferð við at læra gjøgnum mentanararv til gagns fyri samfelagið og umhvørvið.

Tjóðsavnið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini, ið hevur fingið arbeiðsheitið “Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú”. Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi luttaka eisini í verkætlanini saman við Umhvørvisstovuni.

Til ber at lesa meira um føroyska partin her.

Niðanfyri ber til at lesa meira um DACCHE-verkætlanina í síni heild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder