Mentan

Tiltøk Úti á Gjógv um vikuskifti

Síðan í heyst hevur pakkhúsið Úti á Gjógv so smátt verið tikið í nýtslu til ymiskt virksemi. Samstundis hevur arbeitt verið við, at fáa seinastu tingini uppá pláss í nýumvælda pakkhúsinum frá 1912.

2023-03-30 22:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er arbeiðið komið á mál við innrætting, søguligum tilfari og tilboði til at bjóða hølini út til fundir, ráðstevnur og tiltøk. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkunum í vikuskiftinum. Sí skrá niðanfyri.  

FITTLIGUR FRíGJADAGUR við tónleikabingo (Fiskastykkið) 

Fríggjadagin 31 mars kl. 19.30 

VÍNBARR & FISKACHARCUT við Son of Fortune (á Turkiloftinum, Úti á Gjógv) 

Leygardagin 1. apríl frá kl. 19-23 

VÁRKONSERT VIÐ VÁGAKÓRINUM (Í Fiskjakjallaranum, Úti á Gjógv) 

Sunnudagin 2. apríl kl. 14 

SØGULIGUR SUNNUDAGUR 

Gunnar Nolsøe prátar við Jóan Paula Joensen, Astrid Andreassen og Lydiu Berg.  

Sunnudagin 2. apríl kl. 15

Tiltøkini eru ókeypis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder