2023-12-14 11:30
Allir trolararnir vóru farnir at fiska kongafisk á Ritubankanum úti fyri St. Johns.
Veiðan hevði verið góð og túrarnir vóru stuttir. Men nú noyddust teir at bróta túrin av og royna at sleppa sær burtur úr ódnini. Tað var lættari sagt enn gjørt.
Bjarki greiðir í “Tey fóru til Íslands” frá hesum ringu døgum. Teir komu heilir aftur eins og átta aðrir trolarar, men tann 10. Trolarin, sum æt “Juli”, spurdist ikki aftur. 30 mans í góðum árum gingu burtur.
Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald