Byrjað verður við ráðstevnu seinnapart og síðani veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað ársins ferðavinnufólki, ársins nýbroti og ársins eldsál.
Á skránni verða:
- Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum og serfrøðingur í samskifti
- Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd
- Bergtóra Høgnadóttir, serfrøðingur í starvsfólkaleiðslu
Seinnapartstiltakið er frá kl. 16.00 – 18.00
Veitslan er frá kl. 18.00 – 00.00
Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.
Tilmeldingarfreistin er 9. november 2022.
Tilnevningar til heiðursbrøvini
Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.
Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.
Tilnevningar kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 4. november.
Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald